Búmerkið hjá felagnum
30. okt. 2025

Føroyar á Pallinum.

“Vit arbeiða í løtuni við evninum “Føroyar” í lærugreinini handaverk og list. Vit hava m.a. gjørt fóðurkúlur burturúr fuglafóðri og tálg, perlað Merkið og gjørt træbátar. Eisini vóru vit so heppin, at eitt barn tók tálg, blóð og vomb við frá slaktinum; tá varð borðreitt við blóðpannukakum og vombakips - summi ótu óført, meðan onnur snerktu og hildu fyri nøsina. Høvuðsverkið í verkætlanini er “Merkið”, ið vit fara at gera burturúr ruski, ið vit finna nærindis. Onkur hevur savnað rusk, onnur hava skilt, vaskað og sprittað ruskið, onkur hevur roknað mátini út og sagað træplátuna til og onkur er byrjaður at málað plátuna.


 Í samband við Vísindavøkuna skipaði Granskingarráðið fyri teknikappingini: “Tekna ein granskara 2025”. Ein av okkara næmingum luttók í kappingini. Hóast hann ikki vann, so er tekningin ein av teimum, ið var vald út til heimasíðuna www.gransking.fo. So sera flott. Tekningin er tann niðasta á hesum leinki: 
  https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/myndasavn?mappa=73936dd0-c271-45fa-91b8-03cfcf3d0d06  


Samanumtikið hava seinastu vikurnar verið ein góð samanrenning av bókligari og handaligari læring.”

 

Myndasavn