Lærarastørv í Sørvágs skúla og á Pallin á Giljanesi 2026-2027
Lærarastørv í Sørvágs skúla 2026/27
Hevur tú hugsjónir og dirvi at ganga nýggjar leiðir, ert tú tann fakliga sterki lærarin og megnar tú at standa á egnum beinum í einum sterkum starvsfólkahópi, so hevur tú møguleika at søkja eitt av leysu størvunum hjá okkum.
Vit søkja eftir 2-3 læraraum í tíðaravmarkað starv frá 01.08.2026 – 31.07.2027.
Okkum tørvar lærarar, ið kunnu vera flokslærarar í grunddeild og undirvísa grund- og miðdeild í støddfrøði, føroyskum, enskum, donskum, søgu, náttúru og tøkni, ítrótti, svimjing og handaligum lærugreinum, og at undirvísa hádeild í enskum, týskum, samfelagsfrøði og søgu. Eisini tørvar okkum lærara, ið kann undirvísa á sertilboðnum, Pallurin.
Tey, ið sett verða, skulu undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans, taka lut í dagliga virksemi skúlans innan teir karmar, ið virðisgrundarlag skúlans ásetir.
Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava læraraútbúgving og førleika í viðkomandi lærugreinum. Tó kunnu umsøkjarar, ið fáa prógv í summar, søkja á jøvnum føti við tey, ið longu hava lokið prógv.
Lønar- og setanartreytir
Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, ið settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Starvið verður lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2, sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Barnaváttan verður kravd í sambandi við allar setanir í Sørvágs skúla.
Umsóknir, við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast til Sørvágs skúla, Skúlavegi 13, 380 Sørvági - dania.niclasen@skulin.fo - og vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 4. juni, 2026 kl. 12.00.
Meiri fæst at vita við at seta seg í samband við Daniu Niclasen, skúlastjóra, á tlf. 233221 ella á t-post:
dania.niclasen@skulin.fo. Sí annars heimasíðu skúlans.
Lærarastarv til serskúlatilboðið Pallin í Vágum
Vit søkja eftir lærara til tíðaravmarkað starv frá 01.08.2026 – 31.07.2027.
Pallurin er eitt serskúlatilboð í Sørvágs skúla, við eini eind í Skúlanum á Giljanesi, tað er hesa eind talan er um.
Skúlatilboðið hoyrir undir skipanina um serflokk. Skúlatilboðið er eitt undirvísingartilboð, har veitt verður serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligur stuðul. Málbólkurin er næmingar í fólkaskúlanum, ið ikki fáa nøktandi skúlatilboð í vanligu skipanini í fólkaskúlanum. Skúlatilboðini eru staðsett í skúlunum fyri at tryggja, at næmingar í skúlatilboðunum eftir tørvi og førleika kunnu vera partur av bæði undirvísingarliga og sosiala partinum í gerandisdegnum í skúlanum.
Starvsfólkini arbeiða í sjálvstýrandi toymum og skipa seg sjálv í samstarvi við allar partar. Í tøttum samstarvi við foreldrini, er tilboðið nógvum næmingum at gagni. Toymissamskipanir hava dagligu og fakligu leiðsluna og ábyrgdina av arbeiðinum á Pallinum.
Tann, ið settur verður, skal:
• Hava fólkaskúlalæraraprógv
• Kunna undirvísa grunddeild og miðdeild, í fleiri lærugreinum, tó verður serliga hugsa um í støddfrøði
• Vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð mótvegis næmingunum
• Hava áræði at taka ábyrgd
• Duga at samstarva í toymum
• Duga at hugsa uttanfyri rammur – hugsa kreativt
• Vera fleksibul, tí samstarv er í millum báðar eindirnar, í Sørvágs skúla og í skúlanum á Giljanesi
Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er í skúlanum á Giljanesi. Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, ið settur verður, er tænastumannasettur frammanundan.
Lærarastarvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki
18.1-29.2.
Barnaváttan verður kravd í sambandi við setanina.
Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til Sørvágs skúla, Skúlavegi 13,
380 Sørvági – dania.niclasen@skulin.fo - og verða skúlanum í hendi í seinasta lagi 4. juni 2026, kl. 12.00.
Meira fæst at vita við at seta seg í samband við Daniu Niclasen, skúlastjóra, á tlf. 233221 ella á t-post:
dania.niclasen@skulin.fo.