Búmerkið hjá felagnum
Heim / Kunning /
Førleikastovan

Førleikastovan

Førleikastovan

Førleikastovan er ein týðandi partur av skúlans námsfrøðiliga og sernámsfrøðiliga arbeiði. Í Førleikastovuni arbeiða starvsfólk, ið taka ella hava tikið eftirútbúgving innan viðkomandi øki. Hesi starvsfólk kunnu veita foreldrum og lærarum ráðgeving, um trupulleikar eru innan læring ella trivna.

Arbeiðið hjá Førleikastovuni er at:

· samskipa námsfrøðiligu og sernámsfrøðiligu førleikarnar og átøkini í skúlanum

· menna læruumhvørvið og menningarumhvørvið í skúlanum

· miða eftir, at næmingarnir fáa neyðuga hjálp so tíðliga sum gjørligt

· samskipa og gagnnýta servitanina, umframt at menna eitt gott læruumhvørvi og námsfrøðilig amboð og mannagongdir

· menna eitt næmingalagað og inkluderandi skúlaumhvørvi, har allir næmingar fáa møguleika at mennast og læra og fáa høvi at vera virknir í felagsskapinum.

Í samráð við leiðslu skúlans samskipar Førleikastovan eisini samstarvið um einstakar næmingar við eitt nú barnagarð, aðrar skúlar, Sernám, Almannaverkið, barnavernd, psykiatriska depilin, Gigni, avvarðandi og næmingin.

Miðað verður eftir at skapa atkomu- og luttøkumøguleikar soleiðis, at allir næmingar í Sørvágs skúla kunnu vera til staðar, vera virknir, kunnu mennast og kenna seg ynsktar, góðtiknar og viðurkendar.

Starvsfólk

Anna Nolsøe Joensen, leiðari á Førleikastovuni Tel. 26 19 49, anna.nolsoe.joensen@skulin.fo

Hildigunn Niclasen, serlærari

Joan Hovgaard, roknivegleiðari

Lív Vilhelmsen, IntoWords vegleiðing

Dania Niclasen, SSP-umboð