Búmerkið hjá felagnum
Heim / Kunning /
Mannagongdir

Mannagongdir.

Skúlabygnaður

Sørvágs skúli rúmar øllum skúlanæmingunum í Sørvágs kommunu.
Hann er nútímansgjørdur og lýkur øll nútímanskrøv.
Skúlaárið 2025/26 ganga 163 næmingar á skúlanum.
Her starvast 20 lærarar, 5 námsfrøðingar, 1 telduvørður, 1 skrivari, 4 húsavørðar og 4 vaskikonur.
Sørvágs Skúli er skipaður sum skúli við einum flokki á hvørjum aldurstigi.
Pallurin er skipaður saman við skúlanum á Giljanesi.
10. floks samstarvið við skúlan á Giljanesi heldur áfram.

  • Innskúling: 1.-3.flokk
  • Miðdeild: 4.-7.flokk
  • Framhaldsdeild: 8.-10. flokk

 

Møguleiki er í framtíðini at forskúli kann vera ein partur av skúlanum.

 

Nýggir lærarar

Við skúlaársbyrjan verður kunnandi fundur saman við leiðslu og lærarum. Høvið verður at bjóða nýggju starvsfeløgunum vælkomnum.
Stuttur kunnandi fundur verður hildin saman við leiðslu og starvsfólki, har kunnað verður um nýggju lærararnar. Høvið verður sjálvsagt her, at bjóða nýggju starvsfeløgunum vælkomnum.
Um ynski er, fær nýggi lærarin eitt akkersfólk at halda seg til fyrstu tíðina av starvstíðini.
Leiðslan tekur atlit til nýggja læraran fyrstu tíðina, við at veita honum sersømdir tvær tær fyrstu vikurnar. T.d. kann hann verða frítikin fyri garðvaktir og aðrar bundnar uppgávur.

 

Nýggir næmingar

Skúlans leiðsla heilsar uppá næmingin fyrsta dagin og bjóðar honum vælkomin.
Flokslærarin tekur so ábyrgdina av næminginum og kunnar hann um umstøðurnar og arbeiðsgongd á skúlanum.
Flokslærarin setur ein ella tveir næmingar at vera kontaktpersónar hjá nýggja næminginum.
Uppgávan hjá leiðslu, flokslærara, lærarum og næmingum er, at fáa nýggja næmingin at kenna seg væl, so læring og trivnaður kunnu eydnast.

 

Royking

Sørvágs skúli er ein roykfríur skúli.
Tað er strangliga bannað at roykja á skúlans øki.
Brot á hesa mannagongd verður fráboðað leiðsluni.

 

Matur - matarsteðgurin

Sunnur kostur er grundarlagið undir góðari innlæring. Tí skal skúlin virka fyri, at sukur og feitt ikki er dagligur kostur hjá næmingunum. Næmingar hava ikki loyvi til at keypa bomm o.a. í skúlatíðini.

Ein lærari er bundin at hvørjum flokki í matarsteðginum, ið verður gjørd við skúlaársbyrjan.
Næmingar kunnu tekna seg til mjólkaskipan

Fríkorter

Fríkorterini eru 10 minuttir eftir hvønn undirvísingartíma.
Fýra - fimm garðvaktir eru til hvørt fríkorterið, sambært skipan, ið verður gjørd við skúlaársbyrjan.
Øll børnini frá 1.-6. flokk skulu út í fríkorterinum, og garðvaktirnar fylgja við.

Um veðrið er ringt, eru børnini inni. Tá standa garðvaktirnar soleiðis:

  • Í Marghøllini
  • Í gongini í ovaru lon
  • Í gongini í niðaru lon
  • Úti í skúlagarðinum

Allir næmingar skulu vera á skúlans øki í fríkorterinum.
Allir næmingar skulu vísa sømiligan atburð.
Tað er bannað at keypa í skúlatíðini.

 

Skúlagarðurin

Skúlagarðurin skal vera eitt trygt stað hjá børnunum at spæla í.

 

Umsjónarøki

Skúlin hevur skyldu til at hava umsjón við næmingunum, sum eru á skúlans øki. Vegurin ímillum heim og skúla er ikki íroknaður skúlans øki.

Av hesi orsøk er ikki loyvt at fara av skúlans øki, uttan at annað er avtala.

 

Morgunløtan

Kl. 09.20 hvønn morgun er morgunløta í Marghøllini. Allir næmingar á skúlanum samlast til eina andakt við bøn og sangi. Lærarnir, ið hava flokkin tíman áðrenn løtuna, ansa eftir og fylgja næmingunum oman til morgunløtuna.


Jólahald

Jólamánaðin hava eldru flokkarnir jólaroynd.
Stovurnar verða prýddar saman við flokslæraranum. Marghøllin, gongirnar og vindeygu verða prýdd sambært einum árligum tema. Einglar, nissur, hjørtu, stjørnur v.m.

Jólahaldið er beint áðrenn jólafrí, og er tað í fimleikarhøllini. 6.flokkur spælir sjónleik.

 

Dagsbyrjan

Skúlin er opin klokkan 7 á morgni. Næmingarnir stilla skógvarnar við høvðusinngongdina til skúlan og ganga inn til sína skúlastovu. Tá skúlaklokkan ringir byrjar undirvísingin. Næmingarnir skulu vera væl fyrireikaðir til dagin og hava etið ein góðan sunnan morgunmat.

 

Næmingafrávera

Ynskja næmingar frí, kann flokslærarin geva frí í 2 skúladagar. Ynskir um frí meira enn 2 dagar, skal avgreiðast í samráð við leiðsluna.
Ynskja foreldur, at næmingurin fær frí, er tað upp til foreldrini. Týdningamikið er tó, at lærarin sigur sína hugsan og boðar leiðslu og foreldrum frá hesari.

 

Serligar hendingar – grindaboð

Tá næmingar skulu eitthvørt, í grind, á fjall, til lækna o.a. eiga tey at hava loyvi frá foreldrunum. Foreldur boða skúlanum frá og skipa soleiðis fyri, at barnið verður avheintað í góðari tíð.
Samskifti gongur ígjøgnum flokslæraran.

 

Næmingaheimasíðurnar

Næmingaheimasíðurnar verða brúktar so nógv sum tilber. Lærarar geva fyri heima á heimasíðuni. Hvør flokkur hevur sína vikuætlan, sum lærarar brúka til boð og heimarbeiði.
Tað er eisini av týdningi, at næmingar saman við lærara leggja ymiskt viðkomandi út á heimasíðurnar, soleiðis at foreldur kunnu fylgja skúlagongdini hjá barni teirra.
Heimasíðan er ein týðandi partur í arbeiðinum at styrkja um sambandi millum heimið og skúlan.

 

Samstarv millum skúla og heim

Tað er av stórum týdningi fyri skúlagongdina hjá barninum, at heim og skúli draga somu línu – samstarva.

Skúlin hevur ábyrgd fyri innlæring næminga, men uttan hjálp frá heiminum er torført at røkka málunum. Skúlin er tí opin fyri einum góðum samastarvi. Hetta styrkir bæði fakliga og trivnaðarliga partin av skúlagongdini.
Í Sørvágs skúla hava vit ein felags foreldrafund í byrjanini av skúlaárinum. Seinni í skúlaárinum er foreldraviðtala við øll foreldur í flokkinum. Hetta skipar flokslærarin. Lærarnir, ið hava høvðuslærugreinar í flokkunum møta til foreldrafundir og viðtalu hjá flokkinum. Møgulleiki er eisini fyri at hava fleiri viðtalur um neyðugt, ella um foreldur krevja tað.
Skúlin leggur eisini upp til, at flokslærarin saman við foreldraráðnum í flokkinum, skipar fyri felags trivnaðartiltøkum í flokkinum. Hetta fyri at skapa samanhald í flokkinum.

 

Floksráð

Á fyrsta foreldrafundi, í september/oktober, velja foreldrini í hvørjum flokki trý foreldur í flokkinum í eitt floksráð. Í floksráðnum skulu bæði kynini vera umboðað.
Floksráðið verður valt fyri eitt ár í senn og velur sjálvt sín formann/kvinnu.

Uppgávurnar hjá floksráðnum eru:

  1. At hjálpa til við trivnaðinum í flokkinum.
  2. At hjálpa til við felags tiltøkum.
  3. Skapa samanhald millum foreldrini.
  4. Virka fyri, at foreldur átaka sær virknan lut í skúlans arbeiði.

 

Samskiftið millum floksráð og skúla gongur ígjøgnum flokslæraran.

 

Viðmerkingar:

Dentur skal leggjast á punkt 4, so ikki bert valda floksráðið, men øll forledrini, eru virkin.
Tá floksráðini eru komin at virka, verður skipað eitt aðalfloksráð við einum umboð úr hvørjum floksráð. Aðalfloksráðið skal verða ein samskiftismøguleiki og sambindingarlið millum floksráðini. Samskiftið millum aðalfloksráð og skúla verður gjøgnum skúlastjóran.
Hesar ætlanir og kunngerðir eru tøkar á SOR stevnuni:

 

Skúlastovurnar

Lærarin skal syrgja fyri, at skúlaborðið er ruddað áðrenn farið verður í fríkorter, so klárt er hjá næsta lærara at byrja sín tíma. Næmingarnir skulu ikki hava leikur frammi á borðinum í tímanum.
Eftir seinasta tíma, fer eingin út úr skúlastovuni fyrr enn alt órudd er tikið upp.
Sum heild eiga vit at leggja dent á, at tað er ruddiligt allastaðni á skúlanum.Vit minna næmingarnar á og vísa teimum, at tað hevur týdning fyri trivnaðin hjá okkum øllum, at tað er ruddiligt og hugnaligt í skúlanum og rundan um skúlan.

 

Røklaskipan

Hvør flokkur, saman við flokslærara, skipar eina røklaskipan. Tankin er, at næmingar sjálvir ábyrgdast floksuppgávur og hava eftirlit við at avtalur verða hildnar. Hetta mennir næmingarnar til at taka ábyrgd.

 

Seturskúli

Næmingar í 3.flokki og í 5.flokki fara á seturskúla í hvørjum skúlaári.

Flokslærarin ger sjálvur av, hvar seturskúlin verður, og er hann í tveir dagar. 

 

Uttanlandsferðir

  • 7.flokkur fer á námsferð
  • Innsamling av peningi skal ikki ganga útyvir skúlagongd og undirvísing
  • Allar uttanlandsferðir skulu hava ein undirvísingarligan leist
  • Allur peningurin skal helst vera samlaður inn áðrenn fráferð
  • Tað er ikki eitt krav hjá einkulta næminginum at fara námsferð, og er tað í samráð við foreldru/avarandi og lærararan.

 

Súkkling/skutarar

Loyvt er at súkkla í skúla frá 3. flokki. Kravið er tó, at súkklan og næmingurin lúka ferðslutrygdarreglurnar. At súkklan er í góðum standi, og at næmingurin nýtir hjálm.
Ikki er loyvt at súkkla í skúlatíðini.

Loyvt er at koyra í skúla á skutara, tá næmingarnir hava fingið koyrikort. Kravið er tó, at skutarin og næmingurin lúka ferðslutrygdarreglurnar. At skutarin er í góðum standi, og at næmingurin nýtir hjálm. Tað er ikki loyvt at koyra á skutara í skúlatíðini.

 

Matpakkin

Tað hevur týdning, at matpakkin er sunnur og góður.
Góður matur og svøvnur eru avgerandi fyri læring.

 

Skógvafríur skúli

Vit ganga inni á leistum ella í innanduraskóm/inniskóm.

 

Starvsvenjing

Næmingar í 9 og 10 flokkunum eru í starvsvenjing hvørt skúlaár. Lesivegleiðarin skipar saman við næmingunum starvsvenjingina. Flokslærarin verður upplýstur um gongdina.

 

Flokslærarin

Flokslærarauppgávan er ein sera tíðandi uppgáva í fólkaskúlanum.
Samb. Fólkaskúlalógini er flokslærarin bindiliðið ímillum heim og skúla. Flokslærarin skipar flokstoymið. Flokslærarin ábyrgdast fyri innlæring og trivnaði í flokkinum. Tí er tað av týdningi at henda uppgáva verður tikin í størsta álvara.
Leiðslan hevur tað endaligu námsfrøðisligu ábyrgdina. Og tí er tað hon, sum setur flokslæraran.
Flokslærarin virkar fyri, at øll í flokkinum trívast í skúlanum. Hann skal skipa eitt foreldraráð, sum saman við flokslæraranum skipar ymisk trivnaðartiltøk og skapar kjak um undirvísing og skúla.
Flokslærarin er altíð til at heita á, um spurningar viðkomandi flokkinum. Hann er bindilið ímillum flokk og førleikastovuna, leiðsluna, foreldrini, lærarar o.o.
Ein góður flokslærari er við til at skapa ein góðan skúla.

 

Førleikastovan

Førleikastova er í Søvágs Skúla
Førleikastovan er sett á stovn, sum liður í at arbeiða við og loysa trivnaðarviðurskiftir og sertilboð til næmingar við serligum avbjóðingum.
Førleikastovan samstarvar við heilsusystir, lærarar og sernám. Leiðslan hevur javnan samband/fundir við førleikastovuna.

 

Mannagongd tá herverk er framt á skúlanum

1. Fráboðan og skráseting

Starvsfólk, sum varnast herverk, skal skjótast gjørligt boða leiðsluni frá.
Fráboðan skal innihalda:
- Nær og hvar hendingin fór fram.
- Hvørjar næmingar talan er um.
- Lýsing av møguligum skaða.
- Møgulig vitni.

2. Kanningararbeiði

Leiðslan kannar málið og tosar við viðkomandi næmingar og vitni.
Um neyðugt, setur leiðslan seg í samband við foreldur/verjar.

3. Ábyrgd og endurgjald

Um tað verður staðfest, at næmingur hevur elvt til skaða á skúlans ogn við vilja ella óansni:
- Næmingurin (og/ella foreldur) kann verða kravdur eftir endurgjaldi.
- Um talan er um arbeiði, ið skal gerast, orsakað av herverki, so kann næmingurin sjálvur gera arbeiðið. (t.d. hjálp við reingerð ella viðlíkahald).

4. Uppfylging og læring

Samrøða við næmingin um ábyrgd og avleiðingar.
Skúlin kann skipa fyri undirvísing um ábyrgd og felagsskap.

5. Skráseting og dokumentatión

Øll mál verða skrásett í innanhýsis skjali og goymd i skjalahaldi, fyri at tryggja gjøgnumskygni.