Búmerkið hjá felagnum
Heim / Kunning /
Privatlívspolitikkur

Privatlívspolitikkur.

(Dátuverndarkunning)

Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Sørvágs skúla at tryggja, at viðgerðin er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini og at tann skrásetti er kunnaður um hvat er skrásett um viðkomandi sambært ásetingunum í dátuverndarlógini.
Skúlin tekur tína dátuvernd í álvara, og hevur tí samtykt hendan privatlívspolitikk, sum sigur tær, hvussu skúlin handfer tínar persónupplýsingar.

 

1. Sørvágs skúli er dátuábyrgdari

Sørvágs skúli er dátuábyrgdari fyri viðgerðina av teimum persónupplýsingum, ið vit hava móttikið um teg. Um tú hevur spurningar í sambandi við viðgerðina av persónupplýsingum, dátutrygd ella møguligum trygdarbroti, ert tú vælkomin at seta teg í samband við skúlan:

Sørvágs skúli
Skúlavegur 13
FO-380 Sørvágur

sor@skulin.fo
Tlf: +298 363222

 

Á heimasíðuni sor.fo síggjast meira upplýsingar viðvíkjandi Sørvágs skúla.

Um tú hevur spurningar til okkara viðgerð av tínum upplýsingum, ert tú eisini vælkomin at seta teg í samband við okkara dátuverndarfólk:

Umvegis teldupost: Send teldupost til sor@skulin.fo, heitið á teldupostinum skal vera “Att. dátuverndarfólk”
Umvegis telefon: Tú kanst ringja til Sørvágs skúla á telefon +298 363222
Umvegis bræv: Sørvágs skúli, Skúlavegur 13, FO-380 Sørvágur, Att: dátuverndarfólk

 

2. Nær viðger Sørvágs skúli persónupplýsingar um teg

Sørvágs skúli viðger persónupplýsingar um teg í sambandi við virksemi hjá skúlanum, harundir tær uppgávur, sum skúlin hevur skyldu at loysa og tær tænastur skúlin hevur skyldu til ella hevur avgjørt at veita tær. Her er talan um undirvísing av børnum í 1. til 10. flokk.

Tað kann verða, at skúlin hevur gjørt eina avtalu við teg, og tí er neyðugt hjá okkum at fáa persónupplýsingar um teg.
Eisini kann tað verða, at tú hevur sent skúlanum ein fyrispurning, eina umsókn, eina klagu ella eina starvsumsókn, o.s.fv. sum ger, at skúlin skal viðgera tað, tú sendir inn, og tað ger, at tínar persónupplýsingar verða viðgjørdar.
Skúlin kann eisini viðgera eitthvørt mál, har tú ert ein partur av málinum, tá verða tínar persónupplýsingar eisini viðgjørdar.

 

3. Endamálini við og heimildin fyri viðgerðini av tínum persónupplýsingum

Skúlin skal veita borgarum allar lógarásettar tænastur og veitingar, og tí er tað neyðugt hjá skúlanum at viðgera tínar persónupplýsingar.
Tí eru tað fleiri ymisk endamál fyri, at skúlin viðgerð tínar persónupplýsingar:

Skúlin kann hava eina rættarliga skyldu yvirfyri tær sum ger at skúlin viðger persónupplýsingar um teg
Tað kunnu verða uppgávur, sum krevja viðgerð av tínum persónupplýsingum
Skúlin kann eisini hava fingið samtykki frá tær til at viðgera tínar persónupplýsingar

 

3.1 Heimild fyri skúlans viðgerð

Tað kunnu, sum víst omanfyri, verða ymsar persónupplýsingar, sum skúlin viðger og heimildin er eisini ymisk.

Heimildin fyri viðgerðini av vanligum persónupplýsingum, sum fer fram, er í § 8, stk. 1, nr. 1-5 og heimildin fyri viðgerðini av viðkvomum persónupplýsingum er í § 12, stk. 1, nr. 1-4, og nr. 6-8, so stk. 2., umframt §11, stk. 2 í dátuverndarlógini.
Um skúlin savnar og viðger persónupplýsingar til hagfrøðilig endamál, er heimildin í tráð við ásetingina í §7 stk. 3 í dátuverndarlógini.

 

4. Sløg av persónupplýsingum

Skúlin viðger hesi sløg av persónupplýsingum um teg:

Roknast skal við at skúlin viðger bæði vanligar persónupplýsingar og viðkvæmar persónupplýsingar hjá børnunum, alt eftir umstøðunum
Skúlin viðger eisini vanligar upplýsingar hjá foreldrum/verjum. Í summum støðum kann koma fyri at skúlin viðger viðkvæmar upplýsingar hjá foreldrum/verjum

 

5. Móttakarar ella bólkar av móttakarum

Skúlin gevur í útgangsstøðinum ikki persónupplýsingar víðari, sum skúlin hevur savnað.

Í ávísum førum er tað tó neyðugt fyri at halda skyldurnar í t.d. fyrisitingarlógini, ella lóg um alment innlit osv, at skúlin sendir persónupplýsingar til annan myndugleika ella triðjapersón. Tað eru tá bert neyðugar upplýsingar, sum verða givnar víðari.
Harafturat nýtir skúlin í summum førum dátuviðgerarar, sum hjálpa skúlanum at viðgera tínar upplýsingar á góðan og tryggan hátt. Tað kann m.a. vera goymsla av persónupplýsingum, ella um skúlin fær hjálp frá uttanhýsis ráðgevum til málsviðgerð.

 

6. Flutningur til móttakarar í útlondum, triðjalondum ella í millumtjóðafelagsskapum

Skúlin nýtir sum útgangsstøði ikki veitarar ella dátuviðgerarar, sum halda til uttan fyri ES/EBS (triðjalond). Hetta kann tó koma fyri í einstøkum førum, so sum til sosialar miðlar har móttakarin er í USA.

Um so er at skúlin flytir tínar upplýsingar út um ES/EBS, fer skúlin at tryggja nøktandi heimildargrundarlag fyri flutninginum – hetta merkir, at skúlin tryggjar sær, at verndarstøðið av tínum upplýsingum er nøktandi.

 

7. Hvaðani persónupplýsingarnar stava

Sum áður nevnt, so heintar skúlin tínar persónupplýsingar, og fyri tað mesta eru tær beinleiðis frá tær, men tær kunnu eisini verða frá øðrum.

Í onkrum førum fær skúlin persónupplýsingar um teg um skúlin skal viðgera eitt mál, sum tú á ein ella annan hátt ert ein partur av. Tá kunnu persónupplýsingarnar verða komnar frá øðrum almennum myndugleikum ella felagsskapum, sum til dømis frá TAKS, frá landsfólkayvirlitinum, ella frá tí, sum hevur lagt málið fram fyri stovninum.

Tú hevur altíð rætt til at vita, hvaðani skúlin heintar upplýsingar um teg.

 

8. Tíðarskeiðið, sum persónupplýsingarnar verða goymdar

Skúlin hevur skyldu at ansa eftir, at persónupplýsingar verða goymdar soleiðis, at tað ikki er gjørligt at eyðmerkja skrásetta longur enn neyðugt við atliti at endamálinum við viðgerðini.

Skúlin er ein partur av Sørvágs kommunu og fylgir sum kommunan galdandi leiðreglum fyri, hvussu leingi upplýsingarnar skulu goymast.

Skúlni hevur sum Sørvágs kommuna sambært fyrisitingarlógini og skjalasavnslógi o.ø. skyldu at varðveita upplýsingar í málum. Mál hjá Sørvágs kommunu verða flutt á goymslu hjá Tjóðskjalasavninum sambært løgtingslóg um skjalasøvn. Tá ið upplýsingarnar eru goymdar á Tjóðskjalasavninum ella vrakaðar, hevur skúlin ikki longur atgongd til upplýsingarnar.

Starvsumsóknir hjá teimum, sum ikki fingu starv hjá skúlanum, verða burturbeindar eitt ár eftir, at skúlin tók avgerð í málinum.

 

9. Tíni rættindi

Sambært dátuverndarlógini hevur tú rættindi í samband við skúlans viðgerð av tínum persónupplýsingum.

Dátuverndarlógin tryggjar skrásettum eina røð av rættindum. Hesi eru í kapittuli 4 í dátuverndarlógini. Rættindini í dátuverndarlógini eru lýst niðanfyri. Rættindini eru ikki treytaleys og tað veldst um ítøkiliga málið og ítøkiligu umbønina, um hon kann gangast á møti.

Um tú ynskir at nýta tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við skúlan (sí samskiftisupplýsingar í broti 1 og 2).

 

10. Rætturin til kunning í §§ 23-25

Tú hevur rætt til at fáa kunning um viðgerð av tínum persónupplýsingum.

 

11. Rætturin til innlit (§ 26)

Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum skúlin viðger um teg.

 

12. Rætturin til rætting (§ 27)

Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.

 

13. Rætturin til striking (§ 28)

Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar, áðrenn skúlans ætlaðu striking. Rætturin er ikki treytaleysur, tí tað kunnu verða aðrar lóggávur, avtalur og ávís endamál sum áseta at skúlin skal framhaldandi varðveita og viðgera tínar persónupplýsingar.

 

14. Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29)

Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kann skúlin framyvir í útgangsstøðinum bert goyma persónupplýsingarnar.

 

15. Rætturin til dátuflutning (§ 31)

Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanligum nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing.

 

16. Rætturin til mótmæli (§ 32)

Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla skúlans viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Tú kanst eisini mótmæla skúlans viðgerð av tínum persónupplýsingum til beinleiðis marknaðarføring.

 

17. Rætturin at taka samtykki aftur

Skrásetti kann til eina og hvørja tíð taka samtykki aftur. Tekur skrásetti samtykki aftur, skal viðgerð, sum er grundað á samtykki, steðga. Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildi av skúlans viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.
Tú kanst taka samtykki aftur við at venda tær til skúlan á sor@skulin.fo ella á telefon +298 363222.

 

18. Klaga til Dátueftirlitið

Tú kanst sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið um tú ert ónøgd/ur um viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Metir tú, at skúlin ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð, við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 309100. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 9.00 og 15.00.

Heimasíðan hjá Dátueftirlitinum er dat.fo

Hesin privatlívspolitikkur er góðkendur av leiðsluni í Sørvágs skúla tann ??.?? 2025.