Búmerkið hjá felagnum
Heim / Kunning /
Skrivligar royndir/próvtøkur

Skrivligar royndir/próvtøkur

Reglur fyri skrivligar royndir í Sørvágs skúla

Reglugerð í royndarhølinum

  • Næmingarnir skulu møta í góðari tíð og sita á sínum plássi 15 minuttir áðrenn royndin letur upp
  • Næmingurin skal seta seg á fyriætlað pláss
  • Tað er ikki loyvt at spæla spøl, hyggja at filmi ella brúka tekniforrit. Um lurtast skal eftir tónleiki, skal hann vera av einum playlista
  • Í royndarhølinum er friður!
  • Tá steðgur er, reisir næmingurin seg stillisliga og fer út. Tað skal ikki tosast inni í próvtøkuhølinum
  • Próvtøkuhølini lata uppaftur 5 minuttir áðrenn steðgurin er av
  • Hava tit nakran spurning (vesi o.a.) skal næmingurin rætta hondina upp, bíða til vaktin kemur til hansara og lýða boðini frá vaktini.
  • Tá farið verður t.d. á vesi, skal vaktin fylgja næminginum út.
  • Skúlin setir eftirlitsfólk. Eftirlitsfólkini kunnu ikki veita hjálp í fakligum spurningum. Lærarin í lærugreinini kann ikki vera eftirlitsfólk
  • Vit mæla næmingunum til at møta úthvíld til roynd/próvtøku og at hava góðan matpakka við. Tað er ikki loyvt at fara at keypa í steðginum

Telefonir

Telefonir eru ikki loyvdar í royndarhølinum. Næmingarnir kunnu lata telefonina liggja heima við hús ella seta telefonirnar í skápið tá møtt verður. Skápið verður stongt, og næmingarnir fáa telefonina aftur, tá royndin er liðug.
Verður reglugerðin ikki fylgd, kann næmingurin verða vístur burtur frá royndini.
Uppgávusvarið verður mett sum ikki latið inn, og merkir hetta, at próvtøkan er slitin, og at einki próvtal verður ásett.

Stutt kunning um einstøku royndirnar til næmingar og foreldur

Føroyskt

  • Royndin í føroyskum er talgild
  • Hvør næmingur hevur smátalarar/hoyritól við
  • Fimm tímar tilsamans eru settir av til máluppgávu og framseting
  • Hálvur annar tími er settur av til fyrisøgn, máluppgávu og lesifatan – ein hálvur tími til hvørja uppgávu. Eftir ein steðg verður farið undir framseting
  • Næmingurin kann brúka teldutøkar orðabøkur á sprotin.fo og annars alt annað tilfar, ið ikki kann framleiða próvtøkuavrikið fyri tey (Vitíki)

Danskt

  • Royndin í donskum er talgild

Enskt

  • Royndin í enskum er talgild
  • Hvør næmingur hevur smátalarar/hoyritól við
  • Fýra tímar tilsamans eru settir av til máluppgávu og framseting
  • Hálvur annar tími er settur av til fyrisøgn, máluppgávu og lesifatan – ein hálvur tími til hvørja uppgávu. Eftir ein steðg verður farið undir framseting
  • Næmingurin kann brúka teldutøkar orðabøkur á sprotin.fo og annars alt annað tilfar, ið ikki kann framleiða próvtøkuavrikið fyri tey (Vitíki)

Støddfrøði

  • Fimisrokningin er talgild, men greiðslurokningin verður skrivað á pappír
  • Tá næmingurin er liðugur við fimisrokningina, verður hon latin inn
  • Síðani verður ein steðgur, og eftir tað byrjar greiðslurokningin
  • Ein tími er settur av til fimisrokning og 4 tímar til greiðslurokning
  • 9. flokkur er bæði til fimis- og greiðslurokning
  • Allar kladdur skulu latast inn áðrenn farið verður úr royndarhølinum

Fimisrokning

Her verður dentur lagdur á høvuðrokning. Roknimaskina er ikki loyvd, men annars eru vanligir hjálparmiðlar loyvdir eitt nú gamlar rokniuppgávur og støddfrøðishandbókin, vanliga nevnd Gulabók loyvdir.
Næmingurin hevur sína egnu støddfrøðishandbók við.
Fimisrokningin er talgild, men næmingarnir gera útrokningar á pappírskladdu.
Kladdurnar skulu latast eftirlitsfólkinum áðrenn farið verður úr royndarhølinum.

Amboð at hava við til royndina í fimisrokning eru:

  • Blýantur, viskileður, passari, vinkulmátari, Støddfrøðishandbók

Greiðslurokning

Í greiðslurokning má næmingurin í størri mun skilja uppgávuna, finna upplýsingar til spurningarnar og loysa teir. Loysnin kann ikki standa einsamøll, men ein frágreiðing má vera, ið vísir, hvussu næmingurin er komin fram til loysnina. Næmingurin kann brúka talgildar eins og aðrar hjálparmiðlar, sum eru brúktir í undirvísingini, men sum ikki kunnu framleiða próvtøkuavrikið fyri tey (Vitíki).
Tá greiðslurokningin verður latin inn skal navn, próvtøkunummar skúlans og síðutøl (1/5, 2/5 o.s.fr.) standa á øllum síðunum. Øll ørkini skulu liggja í raðfylgju og heftast saman. Allar kladdur skulu eisini latast inn.

Amboð at hava við til royndina í greiðslurokning eru:

  • Blýantur, viskileður, linjál, passari, vinkulmátari, roknimaskina, Støddfrøðishandbók