Búmerkið hjá felagnum
Heim / Kunning /
Telefonpolitikkur

Telefonpolitikkur.

Hví hava vit ein telefonpolitikk?

Vit á Sørvágs skúla vilja ganga á odda, tá tað ræður um trygd og trivna hjá næminginum. Tí hava vit orða ein telefonpolitikk, ið vit halda er hóskandi til dagsins samfelag. Hesin skal tryggja, at næmingarnir fáa mest burturúr undirvísingini uttan órógv, og er grundaður á nýggjastu kanningar á økinum. Vísindaligar kanningar vísa á, at telefonir kunnu hava neiliga ávirkan á læring og trivnað:

  1. Kanningar vísa, at telefonir kunnu minka um evnini at hugsavna seg og minka um uppmerksemi hjá næmingunum, tí margvirkni (multitasking) við telefonum kann gera tað trupult at savna seg um undirvísingina.
  2. Minnisgoymsla: Næmingar, ið brúka telefon í skúlanum, hava ofta verri arbeiðsminni, ið er týdningarmikið fyri at læra og loysa fløktar uppgávur.
  3. Sosialar avleiðingar: Telefonir kunnu ávirka sosiala samskifti millum næmingarnar neiligt, tí tær kunnu forða fyri andlit-til-andlits samskifti, ið er týdningarmikið fyri sosialu menningina.

Við at hava ein greiðan politikk, kunnu vit skapa eitt betri læruumhvørvi fyri øll.

Politikkurin:

  1. Telefonir skulu helst ikki takast við í skúla. Vit mæla til, at næmingarnir lata telefonirnar vera heima.
  2. Um næmingar hava telefonir við, skulu tær latast inn til læraran ella leggjast í skápið um morgunin, og verða latnar aftur eftir loknan skúladag.

Lærarar í hádeild kunnu í serligum førum, tá tørvur er á tí, nýta telefonir í skúlatíð, sum part av undirvísingini. Hetta skal vera fráboðað frammanundan á vikuætlanini.

Fylgjur, um reglurnar ikki verða hildnar

  1. Fyrsta brot: Næmingurin fær eina ávaring, og telefonin verður tikin frá næminginum og latin leiðslu skúlans. Foreldrini kunnu heinta telefonina á skrivstovuni eftir loknan skúladag.
  2. Áhaldandi brot: Um næmingurin áhaldandi brýtur reglurnar, verður hann, saman við foreldrum, kallaður á fund við leiðslu og flokslærara um reglur og skúlamentan.

Við hesum politikki vóna vit at skapa umhvørvi har trygdin hjá næminginum, læring og sunn sosial samvera aftur eru í hásæti.