Búmerkið hjá felagnum
17. jun. 2025

Ung í arbeiði.

Nú ber til at tekna seg til ”ung í arbeiði”. Í ár verður arbeitt frá 30. juni til og við 11. juli.

Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, og arbeiðsuppgávunar eru høvuðsheitum at rudda, lúka og fríðka.

Arbeiðstíðin er frá 09:00 til 16:00.

Lønin er tann sáttmála avtalaða tímalønin hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Tilboðið er galdandi fyri næmingar, sum ganga í 9. flokki.

Tey, sum eru áhugað í hesum tilboðið verða biðin um at seta seg í samband við kommununa á tlf. 363200 ella við at senda ein teldupost til sorvag@sorvag.fo, í seinasta lagið 26. juni kl. 16:00.

Við tilmelding skal upplýsast:

Navn
Bústaður
Føðiár
Telefonnummar
E-mail
Kontonummar
 

Sørvágs kommuna