Búmerkið hjá felagnum
16. jun. 2025

Próvhandan í sambandi við spæliliðið.

Fríggjamorgunin 22. mai var próvhandan í sambandi við, at Sørvágs skúli hevur havt spælilið.

Tiltakið er ein liður í at menna trivnaðin, fyribyrgja happing og hjálpa yngru næmingunum at fáa góðar upplivingar í skúlanum.
Tað eru næmingarnir í 7. flokki, sum skipa fyri spølum við yngru næmingunum ávís fríkorter.
Spæliliðið er ein liður at bøta um trivnaðin í skúlanum.

 

Helena Heðinsdóttir Guttesen, forkvinna í trivnaðarnevndini, handaði prógvini og segði at hon var errin av at sleppa at handað 7. flokki prógv fyri at vera á Spæliliðnum.
Pappírið, sum tit fara at fáa í hondina, er eitt prógv uppá, at tit hava dirvið, og at tit duga at taka ábyrgd, nýta hugflogið og vísa umsorgan fyri øðrum. Tað eru eginleikar, sum eru góðir at hava við sær á lívsleiðini. Við at skapa tryggleika og stuttleika í fríkorterinum, hava tit spælt ein týðandi leiklut fyri trivnaðin her á skúlanum. Við hesum vil eg vegna Sørvágs kommunu siga stóra takk fyri tykkara megnar arbeiði og ynskja tykkum alt tað besta framyvir. Eisini vil eg takka Tórfríð fyri sítt íkast til spæliliðið. Takk fyri.

Fleiri myndir.