Helgi á vitjan.
Í mars mánaða høvdu vit eina innanhýsis talvkapping á Sørvágs skúla. Teir seks næmingarnir ið vunnu vóru so við í føroyameistarakappingini í talvi fyri skúlar. Tað vísti seg at vit á skúlanum hava fleiri góðar telvarar og børn, ið hava áhuga í at telva.
Vit gjørdu avtalu við Helga Dam Ziska, ið er fremsti telvari í Føroyum, um at koma vestur til eina talvløtu. Helgi hevði fyrst eina framløgu um, hvat hann hevur upplivað sum topptelvari og hvørjum hann hevur telvað ímóti. Til seinast í framløguni gav hann næmingunum góð talvráð. Síðani var farið at telva.
Vit høvdu sett fimtan talv upp og har settu fimtan næmingar seg at telva ímóti Helga. Tey tóku av avbjóðingini, men sum vera man, so hevði eingin nakran møguleika í móti einasta føroyska stórmeistaranum. Men tað var stuttligt, og kanska hetta fer at skapa hugin at gerast góður telvari. Áhugin hjá børnunum hevur í hvussu er gjørt, at menn hava tikið stig til eitt talvtilboð í Sørvági. Vònandi verður góð undirtøka.