09. jun. 2025
Ársins skúlaleikaflokkur 2025.
Heili 15 stevnur hava verið hetta skúlaárið, og aftur í ár vóru metnógvir luttakarar og metnógvar ítróttagreinar. Skúlaleikir fevndu um 4.,5. og 6. flokkar úr øllum landinum – og sum nakað nýtt var eisini ein sera væleydnaður dagur fyri 7.flokkar.
Fimtanda og seinasta stevnan í 2025 hevur nú verið, og Skúlaleikir eru av fyri í ár.
6.flokkur á Sørvágs skúla megnaði at vinna seg víðari til Landsstevnuna 2025. Tað eru flokkarnir við hægst stigatali eftir undanstevnurnar, ið sleppa at luttaka á landsstevnunum.
Okkara børn gjørdu bart og vunnu alla stevnuna. Eitt sera gott avrik, sum vit eru sera stolt av. Hjartaliga tillukku!