08. jun. 2025
2. heimsbardagi í Sørvági.
Dagarnar 30.apríl til 2.maj verður evnisvika í Sørvágs skúla. Evnið arbeitt verður við, er 2.heimsbardagi í Sørvági.
Næmingarnir vera býttir í bólkar, og so fara teir í ymisk verkstøð, túr niðan á krígssavnið, niðan á Mýrar og túr ígjøgnum bygdina. Á øllum túrunum fáa tey góðar og viðkomandi frásagnir. Eisini fara tey at gera ymiskt kreativt á skúlanum.
Allir bólkar fara í køkin at baka, og vikan endar við eini kafé í Marghøllini, har framsýning eisini verður.
Øll eru vælkomin at vitja kaféina og at hyggja eftir framsýningini fríggjadagin kl 10.30 til 11.30.