Búmerkið hjá felagnum
07. jun. 2025

Spennandi størv sum toymissamskipari og lærarar til serskúlatilboðið Pallin.

Søkt verður eftir tveimum lærarum og einum toymissamskipara í føst størv til serskúlatilboðið Pallin í Vágum frá 1. august 2025.

  • Einum lærara til eindina í Sørvágs skúla
  • Einum lærara og toymissamskipara til eindina í skúlanum á Giljanesi
     

Pallurin er eitt serskúlatilboð í Sørvágs skúla, við eini eind í skúlanum á Giljanesi. ´
Skúlatilboðið hoyrir undir skipanina um serflokkar. Skúlatilboðið er eitt undirvísingartilboð, har veitt verða serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligur stuðul. Málbólkurin er næmingar , ið ikki fáa nøktandi skúlatilboð í vanligu skipanini í fólkaskúlanum. Skúlatilboðini eru staðsett í skúlunum fyri at tryggja, at næmingarnir, eftir tørvi og førleika, kunnu vera partur av bæði undirvísingarliga og sosiala partinum í gerandisdegnum í vanliga skúlanum.

Starvsfólkini arbeiða í sjálvstýrandi toymum og skipa seg sjálv í samstarvi við allar partar. Í tøttum samstarvi við foreldrini er tilboðið nógvum næmingum at gagni. Toymissamskiparar hava dagligu og fakligu leiðsluna og ábyrgdina av arbeiðinum á Pallinum.

 

Førleikakrøv

Læraraprógv er eitt krav hjá umsøkjara til lærarastarvið, eins og tað er ein fyrimunur at hava breiðan fakkunnleika, so undirvísast kann í fleiri lærugreinum. Toymissamskiparin skal vera fólkaskúlalærari við eftirútbúgving innan serøkið ella hava aðra samsvarandi námsfrøðiliga útbúgving við eftirútbúgving innan serøkið.

 

Okkum tørvar toymissamskipara, sum:

  • er fyrikomandi og jaligur
  • dugir at samstarva í toymum og tvørtur um staðsetingarnar
  • hevur breitt menniskjasýn
  • hevur áræði at taka ábyrgd
  • dámar avbjóðingar og dugir at hugsa kreativt
  • hevur viðkomandi starvsroyndir
     

Lønar- og setanartreytir

Setanarøkið er í Sørvágs skúla og í skúlanum á Giljanesi. Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, ið settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Lærarastarvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1-29.2.

Um lærari gerst toymisleiðari í sjálvstýrandi toymi, fær hann eina mánaðarliga samsýning á 4,6% av mánaðarlønini 29.2. Upphæddin verður útgoldin 1/12.
Um námsfrøðingur gerst toymisleiðari í sjálvstýrandi toymi, fær hann eina mánaðarliga samsýning, ið er 5% av lønarstigi 21 í lønartalvuni fyri sáttmálasettar námsfrøðingar.

Barnaváttan verður kravd í sambandi við setanina.

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til Sørvágs skúla, Skúlavegi 13, 380 Sørvági – dania.niclasen@skulin.fo - og verða skúlanum í hendi í seinasta lagi mikudagin 30. apríl 2024, kl. 12.00.
Meiri fæst at vita við at seta seg í samband við Daniu Niclasen, skúlastjóra, á tlf. 233221 ella á t-post: dania.niclasen@skulin.fo.