Búmerkið hjá felagnum
05. jun. 2025

Morgunsangur í kirkjuni.

Fríggjamorgunin 11. apríl verður morgunsangur í kirkjuni við Marjun í Kálvalíð.

Næmingarnir møta í skúlanum kl. 8 og fylgjast við læraranum oman í kirkjuna.
Foreldur og onnur avvarandi eru vælkomin við.

Tykkum verður ynskt einar gleðiligar páskir. Skúlagongdin byrjar aftur týsdagin 22. apríl.