Undankapping í Havn.
Mánadagin og týsdagin luttóku tvey lið úr Sørvágs skúla í FM í skúlatelving. Hetta er eitt afturvendandi tiltak, ið sera nógvir næmingar eru við til.
Mánadagin vóru 28 lið úr 3. og 4. flokki meldað til, tvs 168 telvarar umframt útskiftarar og vaksin. Liðið kláraði seg bara heilt væl og endaði á einum 11 plássi. Tá skal sigast at seinasta umfar vóru dreingirnir í topp 4, men taptu 0-6 ímóti endaliga vinnaranum av kappingini. Teir vóru einans fýra og eitt hálvt stig frá 3. plássi. Allir dreingirnir vóru glaðir fyri kappingina og fingu góðar royndir til komandi ár.
Týsdagin vóur heili 252 telvarar úr 5.- 8. flokki umframt útskiftarar, so tað var ein øðilig málageipan ímillum umførini. Okkara lið rendi seg beint í eitt satt óveður og megnaðu ongantíð ordiliga at fóta sær. Nógv talv vóru tøtt og okkara dreingir vóru ofta í vinnandi støðu, men væntandi royndir gjørdu nokk, at teir ikki megnaðu at gera sær dælt av yvirvágini. Vit endaðu á ein deildum 38. plássi av 42.
Sum heild var hetta eitt væleydna tiltak. ið vit heilt sikkurt fara at vera við til aftur.
Her ber til at síggja myndir bæði frá innanhýsis kapping í Sørvági og frá tiltakinum í Havn. Myndir