30. mai 2025
Skúlatalv 3. og 4.flokkur.
Undankapping í FM í skúlatelving verður í Tórshavn í komandi viku.
Sørvágs skúli hevur meldað tvey lið til kappingina, eitt lið í hvørjum aldursbólki. Týsdagin, 11.mars, høvdu vit so undan-undan umfar fyri 3. og 4.flokk á skúlanum, fyri at finna bestu telvararnar í hesum báðum flokkum. Telva vóru 5 umfør, har báðir telvararnir høvdu 8 minuttir á klokkuni í part. Kappingin gjørdist sera spennandi og tað stóð á gomlum nøglum hjá onkrum teirra. Tað brakaði og knakaði sum tey hugsaðu, og samstundis máttu hava eyguni eftir klokkuni. Eitt sera stuttligt tiltak.
Hesa vikuna verður undan-undan kapping fyri 5. til 8.flokk. 22 telvarar hava meldað seg til.