Búmerkið hjá felagnum
29. jun. 2025

Føstulávintshald 2025.

Mánadagin 3.mars skipaðu vit á skúlanum fyri føstulávintshaldi, eins og vit gera á hvørjum árið.

Børnini og fleiri lærarar gjørdu nógv burtur úr grýluklæðunum. So tað var ikki lætt at velja ársins grýlur.

Ein grýlunevnd, við serliga góðum førleikum at døma um grýlur, var vald, ið skuldi avgera hvørjar tær bestu grýlurnar vóru. Hóast nógvar vóru um boðið, so kom nevndin til endans fram til, hvørjir vinnararnir vóru. Tit síggja myndir av teimum í myndasavninum niðast í greinini.

Eisini var tunnusláttur á skránni. Ein tunna var til hvørja deild. Sostatt vóru tríggjar tunnur, ið skuldu sláast niður. Húsavørnarnir høvdu gjørt sítt til at styrkja tunnurnar, men tær máttu hóast alt lúta fyri mongu brestunum. Kattakongarnir vóru heiðraðir við lógvabrestum og teir fingu eisini eitt gávukort.

Sìðan var farið uppá gólv og dansurin gekk væl.

Ein góður dagur har bæði vaksin og børn hugnaðu sær.

Myndasavn