Búmerkið hjá felagnum
09. okt. 2025

Evnisvika á heysti 2025.

Ymiskir tjóðskapir

Vit hava júst havt eina evnisviku á skúlanum. Hesuferð var evni, ið arbeitt varð við, ymiskir tjóðskapir. Á skúlanum ganga børn úr fleiri ymsum londum, og hetta halda vit er gott. Tað er ikki altíð at vit vita so nógv um tjóðirnar, ið eru umboðaðar ímillum næmingar og starvsfólk. Tí hildu vit, at hetta var eitt gott evni at viðgerða.

Hvønn morgun hava tvær framløgur verið um tvey ymisk lond. Tað var stuttligt at hoyra fólk greiða frá sínum heimlandi, t.d. greiddi Anthony frá um Frakland og Rosa greiddi frá um Peru. Eisini fingu vit eina lýsing frá Miu og Mariann um, hvussu tað var at vaksa upp í Grønlandi.

Aftaná fóru næmingar og lærarar til verkstovur. Næmingarnir vóru skipaðir í ymsar tjóðir, sum tey arbeiddu við allar dagarnar. Har var perlað, teknað, klipt og límað, o.a. Úrslitið var hongt upp í Marghøllini. Myndir frá døgunum kunnu síggjast í miðlasavninum á síðuni.

Alt í alt væleydnaðir og læruríkir evnisdagar.