29. okt. 2025
Næmingar á vitjan hjá Atlantic Airways.
Nú nærkast endanum á hesum skeiðinum. Hesuferð vitjaðu vit hjá Atlantsflogi, har Estrid tók ímóti okkum. Síðani fóru vit yvir í hangarin. Einar og Richard greiddu okkum frá um tyrluna. Næmingarnir sluppu at sita í stýrihúsinum og at hanga í selanum. Enn ein góður dagur har næmingarnir hugnaðu sær. Hvør veit? Kanska onkur flogskipari ella mekanikari er millum hesi børnini?