12. jan. 2026
Cooper á vitjan.
Vit fingu so fittar gestir í morgun, Elisabeth Jacobsen og Cooper. Tey bæði arbeiða í Taks. Kanska hava tit hitt tey bæði á flogvøllinum onkuntíð?
Cooper er ein Cocker Spaniel, sum er vandur at finna rúsevni. Fyrst greiddi Elisabeth frá, hvussu Cooper er vandur. Síðani goymdi hon trý stykki av einum vatnpinni, sum luktar av hashi, inni á bókasavninum. Cooper fann teir allar tríggjar!
Tá ið Cooper er til arbeiðis ber ikki til at heilsa upp á hann. Men tá ið hann hevði gjørt sítt arbeiði, sluppu øll at heilsa upp á hann. Tað dámdi honum (og børnunum) væl. Túsund takk fyri vitjanina.