Búmerkið hjá felagnum
08. apr. 2026

Val 2026.

Eina viku áðrenn løgtingsvalið, var eisini val útskrivað á Sørvágs skúla. Tað vóru 8. og 9. flokkur, sum skipaðu fyri valinum saman við lærarunum í samfelagsfrøði, Andreu Birgittu og Anniku. Næmingarnir skipaðu seg í bólkar, ið løgdu uppskot fram um, hvat vit skuldu brúka tveir teir fyrstu undirvísingartímarnar til á valdegnum.
Tey hongdu plakatir upp, vóru í flokkunum og agiteraðu og høvdu felags framløgu í Marghøllini. Veljast kundi ímillum ein gongutúr niðan á Mýrar, eina sangløtu, ein dokumentar um ferðsluvanlukkur ella vanliga undirvísing, har næmingarnir í 8.-9. flokki vóru lærarar.
So var val. Greiði vinnarin var dokumentarfilmurin um ferðsluvannlukkur. Eitt av lyftunum hjá teimum var, at tey kundu hava bomm við í skúla.
Sum so ofta fyrr, so hildu lyftini ikki. Einki góðgæti var loyvt, og filmurin var mettur at vera óhóskandi til teir minstu næmingarnar. So ístaðin var hugt eftir einum gomlum heimildarfilmi hjá Zakarisi Hammer um tá Sandavágsmenn fóru í skoruna.
Eitt væleydna val, ið næmingarnir hava lært nógv av.