Búmerkið hjá felagnum
20. apr. 2026

Ítróttarevnisvika 27., 28. og 29. apríl

 

Hesar dagarnar fara vit at hava eina ítróttarevnisviku í Sørvágs skúla.

Vit fara at hava 9 ”verkstøð”, sum allir næmingar skulu ígjøgnum. Verkstøðini eru 90 minuttir hvørt, og byrja kl. 8:00, kl. 10:00 og kl. 12:00. Sostatt enda dagarnir kl 13:30 hjá øllum næmingum.

At hava við:

Mánadag

1., 7., 8. og 9. flokkur hava svimjiklæði við

4., 5. og 6. flokkur hava súkklu við (tey, sum eiga. Hini mugu læna súkklu frá hvørjum øðrum)

Týsdag

4.,5. og 6. flokkur hava svimjiklæði við

1., 2. og 3. flokkur hava súkklu við (tey, sum eiga. Hini mugu læna súkklu frá hvørjum øðrum)

Mikudag

2. og 3. hava svimjiklæði við

7., 8. og 9. flokkur hava súkklu við (tey, sum eiga. Hini mugu læna súkklu frá hvørjum øðrum)

Mikudagin kl 12 verður eitt yvirraskilsi til allar næmingar. Nærri kunning kemur seinni, um hvat tað verður :)