Búmerkið hjá felagnum
05. mai 2026

Hiddenfjord setir smolt út

Kunning frá Hiddenfjord.

Hiddenfjord byrjar at koyra smolt útaftur í Sørvági 6. mai á miðnátt kl. 00:00.

Væntandi tekur hettar áleið 4 døgn, tvs. at tað verður sett út 7., 8., 9. og 10. mai, so vónandi er liðugt sunnudagin á miðnátt. Koyrt verður døgnið runt.

Bilarnir eru stórir og títtleikin verður áleið 20 min millum hvønn bilin, so tað verður nógv tung ferðsla hettar tíðarskeiðið. Tað verða 8 bilar, ið koma at koyra.

Vinarliga kunni børnini og foreldrini um hettar.

Vit tosa við bilførarnar um at vera eyka ansnar, tá ið teir koyra, har skúlabørn ganga.