18. mai 2026
Rhea og børnini
Í morgun kom sjefarin Rhea at vitja. Fríðhild, sum eigur Rheu, greiddi frá, hvussu hon hevur vant við Rheu. Hon dugir at goyggja, tá hon fær boð um tað. Hon goyr øgiliga hart! Rhea dugir eisini at leggja trýnið í lógvan, tá hann verður hildin frammanfyri.
Børnini sluppu at geva henni livurpostei og góðbitar, tað dámdi teimum væl.
Takk fyri vitjanina.