19. aug. 2026
Fyrsti flokkur 2026
Mikudagin 12.august byrjaðu 17 fitt børn í fyrsta flokki.
Í skúlanum vóru tey boðin vælkomin av skúlastjóranum, tey møttu næstan øllum av sínum lærarum og vóru ein túr í skúlastovuni, har flokkslærarin tók sær av teimum. Børnini fingu gávu frá bankunum, eina bók og litblýantar frá skúlanum.
Dagurin eydnaðist sera væl og børnini vóru spent at fara undir at læra bókstavar og tøl.
Vit ynskja tykkum nýggju góð ár í Sørvágs skúla.