29. okt. 2026
Handa gávu til Reyða Kross
Í síðstu viku høvdu vit evnisviku, har evnið var okkara samfelag. Næmingarnir skapaðu sítt egna samfelag, og fríggjadagin komu avvarðandi og bygdarfólk á vitjan.
Gestirnir fingu skúlapengar at brúka í samfelagnum, og møguleiki var eisini at nýta vanligan pening. Allur peningurin, sum kom inn, fór til Reyða Kross.
Í morgunløtuni í morgun hugdu vit aftur á eina góða og læruríka evnisviku við myndum frá vikuni.
Magnus Kristiansson Magnussen, formaður í næmingaráðnum, handaði Jórun á Lofti Haraldsen, umboð fyri Reyða Kross, kekkin.
Jórun greiddi eisini næmingunum frá arbeiðinum hjá Reyða Krossi og, hvussu pengarnir verða brúktir.
Ein góð vika, har næmingarnir bæði lærdu um samfelagsviðurskifti og fingu høvi at gera mun fyri onnur.