09. sep. 2025
Næmingar á vitjan hjá Luna.
Mánamorgunin var Joan og ein bólkur av næmingum úr 4. og 5. flokki á vitjan úti á Luna. Har hoyrdu næmingarnir eina framløgu frá Levi um virkið og felagið. Tað var sera áhugavert og næmingarnir fylgdu væl við. Eftir framløguna fingu næmingarnir høvi at lyfta ein laks, sum vigar umleið 5-6 kg. Tað var ikki bara sum at siga tað. Síðani fingu tey frukt frá Mariu, ein ryggsekk frá Hiddenfjord og so aftur heim í skúlan. Takk fyri, at vit sluppu at vitja.