23. sep. 2025
Næmingar vitja á flogvøllinum.
22. september vóru Joan og P-fak bólkurin á vitjan á flogvøllinum.
Hetta var ein plan B. Plan A var sjúkrabilurin, men hann var á veg til Havnar.
Jákup Haraldsen var fúsur at taka ímóti okkum í eini handavending. Hann greiddi frá, hvussu tey arbeiða á flogvøllinum. Vistu tit av, at kanónin á brandbilinum klárar at spræna 6.162 litrar um minuttin? Tað ber til at fylla svimjihylin í Sørvági á ein hálvan tíma við kanónini á einum brandbili!!! At enda skuldi Joan lata seg í klæðini hjá einum brandmanni.
Takk fyri, at vit sluppu at vitja.