Búmerkið hjá felagnum
29. sep. 2025

Mikkjalsmessa.

Í dag 29. september er mikkjalsmessa. Brot úr grein á leirgil.fo:

“Nú á døgum leiðir mikkjalsmessa mest hugin til seyð og seyðahald. Nógvastaðni vórðu veðrar flettir á mikkjalmessu, og í dag verða nógv fjøll gingin um hesa tíðina.

Hoyrdi um dagarnar mann, sum er uppvaksin á Syðradali á Kallsoy, siga, at á mikkjalmessu fara huldumenninir á fjall. Teir skuldi ein vera væl við, og ikki órógva raksturin hjá teimum. Varð farið á fjall sama dag sum teir, var umráðandi at vita, hvønn veg teir róku, og so reka sama veg.

Annars var ikki væl vorðið.”

Kelda: https://leirgil.fo/mikkjalsmessa/

Í dag hava vit flett í úthúsinum hjá Jógvani. Tað gekk væl, og fleiri vildu vera uppií. Ongar myndir eru av, tá ið krovið var opað, tí tá var telefonin avlødd.

Fleiri myndir.