21. okt. 2025
Næmingar á vitjan hjá Carro.
Í gjár varð aftur mánadagur! Hesuferð gekk leiðin niðan á Háls at vitja Carro.
Niels vísti okkum, hvussu tey arbeiða á verkstaðnum. Har er ein høll, har bilar verða lakkeraðir. Har er eisini ein høll, sum bussar passa inn í. Vistu tit, at Carro hevur hotel? Eitt dekk hotel.
Ein av mekanikaralærlingunum er Hanna Thomasen. Fyri nøkrum fáum árum síðani gekk hon í Sørvágs skúla. Henni dámar væl at baksast við bilar, og Niels sigur, at hon er røsk og dugnalig.
Takk fyri, at vit sluppu at vitja.