08. des. 2025
211 jólakort send úr Sørvági.
Næmingarnir hava tikið væl ímóti átakinum Vit skriva jólakort .
Øll børn í Føroyum úr forskúla til 10. flokk, tilsamans 7.500 børn, fáa høvi at skriva tvey jólakort í part at senda sínum kæru.
Í morgun vóru hesi fínu jólakortini frá næmingum í Sørvágs skúla latin Posta. Jólakortini er eitt stuttligt átak, har næmingarnir fáa høvi at gleða onkran við at senda eina heilsan, øðrvísi enn tey eru von við.
Tey allarflestu hava skrivað jólakort til ommur, abbar, foreldur og aðra familju. Nøkur hava skrivað til vinfólk og kenningar.
Tað verða í øllum førum fleiri, sum kunnu hyggja í postkassan ein av næstu døgunum eitt sindur heitari um hjartað.