Búmerkið hjá felagnum
Heim / Flokkar / 7. flokkur / 7 /
Føst boð

Føst boð.

26.02.2026

Góðu konfirmantar og foreldur.

Vegna andlát í familjuni í DK, eri eg burturstødd frá 01.-08.03, konfirmantarnir fara tí í skúla týsdagin, og ikki í kirkjuhúsið. Vit síggjast aftur í kirkjuhúsinum 10.03.

 

16.02.2026

Góðu konfirmantar og foreldur.

Mikukvøldið 18.02 hava prestur og konfirmantar føstuguðstænastu í Sørvágs kirkju kl. 20.00. Tey ungu møta til fyrireiking 17.02 kl. 08.00, sum vanligt, har øva vit tað, sum vit gera um kvøldið. Tað er umráðandi at øll møta, tit mugu siga presti frá, um onkur ikki kann møta mikukvøldið. Aftaná guðstænastuna er drekkamunnur í kirkjuhúsinum, har tey ungu hjálpa til.

Lega í Nesvík.

Í ár fara vit á legu ein dag, vit fara leygardagin 21.02 umleið kl. 11.45 við bussi frá Sørvágs skúla, og eru aftur sama kvøld umleið kl. 24.00. Kostnaður er kr. 200,00 pr næming. Hetta er fyri bussin og matin. Um tey ynskja at keypa okkurt gott, er kioskin í Nesvík opin um dagin. Á leguni eru undirvísing í Bíbliusøgu, spøl og felagshugni, endamálið er at fáa vitan og hugna sær saman við øðrum ungum. Vinaliga sig frá hjá presti, um tit ikki koma við til Nesvíkar. Minnist til inniskógvar og Bíbliu.

_____________________________________

Vegna skeiðsvirksemi hjá prestunum, møta konfirmantarnir í kirkjuhúsinum týsdagin 27.01.2026 kl. 08.00 - 09:00. Tá fara teir niðan í skúlan og halda fram við verkætlanini. 

 
 
Gott nýggjár.
 
Konfirmantaundirvísingin byrjar týsmorgunin 06.01 kl. 08.00 í kirkjuhúsinum.
Foreldrafundur verður í Sørvágs kirkju 06.01 kl. 18.00. Guðstænasta verður aftaná foreldrafundin, hon byrjar kl. 19.00

 

Góðu komandi konfirmantar og konfirmantforeldur.

Tann 6. januar 2026 byrja næmingar, sum ganga í 7. flokki at ganga til hjá mær í kirkjuhúsinum í Sørvági. Møtt verður týsmorgnar kl. 08.00 til kl. 09.30 frá 06.01 til 17.03.26, og so aftur 21.04 og 28.04.26 fyri tey, sum velja seinnu fermingina. Ferming er 22.03.26 við Ingu Poulsen Dam, og 03.05.26 við Marjun í Kálvalíð.

Lærubók og Bíbliu fáa tey frá kirkjuni. Tey skulu hava skriviamboð og pappír/skrivibók við til hvørja undirvísing.

Foreldrafundur og trettandakvøldsguðstænasta verður 06.01.26 kl. 18.00 í Sørvágs kirkju við mær. Minnist til at hava dóps- ella navnabræv við, og sigi frá, hvønn dag tit vilja hava tykkara barn fermt.

Blíðar heilsur

Marjun í Kálvalíð