Føst boð.
Verkætlan.
Frá 26.01.26 - 31.01.26, skriva vit verkætlan. Hetta merkir, at næm. ikki hava vanliga tímatalvu. Vit hittast her til morgunfund kl. 08.00 og til seinnapartsfund kl. 12.50.
Framløgurnar vera: Týsdagin 03.02.26, mikudagin 02.02.26, vanlig skúlagongd.
Mánadag, 23. februar. fer 8.flokkur til ferðsludag, sum aftur hesaferð verður í Koyriskúlanum undir Fjalli – Fjalsgøta 2 í Havn.
Bussur heintar næmingar (og lærarar) í Sørvági kl 8.25 og koyrir tykkum vestur aftur, tá ferðsludagurin er liðugur
Niðanfyri er skráin til ferðsludagin.
Næmingarnir mugu hava matpakka við. Tey fáa jogurt og kakao í steðginum.
---------
Skrá fyri ferðsludagar 2026
09.30 Vælkomin!
09.35 Ferðslan í Føroyum – Koyrilærari
10.10 Arbeiðsdagur í ferðsluni – Løgreglan
10.40 Steðgur við jogurt
10.55 Ferðsluvanlukkur – Ambulansutænastan
11.30 Matpakkar og MBM-kakaomjólk
12.00 Vit grunda, kjakast og taka støðu
12.50 Steðgur
13.00 Tá vanlukkan rakar – frásøgn frá veruleikanum
13.30 Steðgur
13.40 Rúsdrekkabrillur
14.00 Eftirmeting
14.30 Farvæl – ansið eftir hvør øðrum!